2019-03-30 10:04

Flogfarið hjá Atlantic Airways, sum fór avstað kl. 8.01 í morgun, mátti lenda aftur í Vágum, tí ein fuglur kom í annan motorin á flogfarinum.
Jóhanna á Bergi segði við ??F fyri løtu síðan, at alt gekk væl, flogfarið lendi aftur í Vágum 20 minuttir seinni - Flogskiparin kunnaði væl um trupulleikan og tað var eingin panikkur umborð, segði stjórin í Atlantic Airways við ??F í tíðindunum kl. 10.
Nú verður motorurin kannaður og møguliga skiftur.
Flogferðslan verður ávirkað av óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald