Ítróttur

Fugloyarrenningin 2016

...

2016-05-02 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 23. juli skipar Treysti saman við Símun & Jastrid Gullaksen fyri Fugloyarrenning. Hetta er triðju ferð at renning verður fyriskipað í Fugloynni. Runnið verður úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvíkar. Teinurin er umleið 10 km.


Umframt sjálva renningina so er annað gott á skránni og við í startpakkanum. Niðanfyri sást skráin og hvat er við í startpakkanum.

Skrá!
08:45 Fráferð Hvannasund við "Rituni" til Hattarvíkar.
10:00 Koma Hattarvík.
10:10 Heinta startnummar
10:25 Renning byrjar. Teinurin er góðar 10km fram og aftur. Møguleiki er sjálvandi eisini at ganga teinin
12:00 Suppa, te, kaffe, kakur umframt aðrir leskandi drykkir. Eisini verður frukt vm..
13:00 Gongutúrur niðan á Eystfelli. ??ll fáa góðan matpakka við føroyskum viðskera, sum verður notin uppi á Knúki, 448m hædd.
Túrurin tekur uml. 2 tímar.
15:00 Frásøgutúrur í bygdini Hattarvík, vitjan í Kirkjuni vm.
15:00 Gongutúrur ut á Egg. Hesin túrurin tekur uml. ½ tíma.
16:00 Fráferð úr Hattarvík til Hvannasund.
17:15 Koma Hvannasund.

Freistin at melda til er mikudagin 20. juli kl. 24.00

Sí annars nærri upplýsingar viðv. prísi og tilmelding umvegis heimasíðuna:http://www.uppistovugardur.fo/fugloyarrenning-2016.html

Beinleiðis tilmelding kann gerast umvegis fylgjandi leinkju:https://fif.atgongumerki.fo/info?eventId=180792

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder