Fuglafjordur.fo: Frágreiðing um gongdina hjá Fuglafjarðar havn í 2015.
Talið av vitjandi var eitt vet størri íalt 858 skip., Tonnagan varð eisini nakað størri íalt 2,1 mió. bruttotons. Av hesum taldu útlendsk skip 259 við eini brottutonnagu upp á 1,0 mió tons.
Vøruflutningurin yvir bryggjukantin vaks við 100 túsund tonsum til íalt 600 túsund tons. Av hesum vóru 428 túsund tons fiskur og fiskaúrdráttir.
Inntøkurnar hjá Fuglafjarðar havn verða í 2015 væntandi millum 14,5 og 15,0 mió. krónur, umframt at teir seinastu goymslutunnlarnir á havnarlagnum vórðu seldir í 2015 fyri kr. 7,0 mió.
Vøruflutningurin til og frá havnarlagnum eftir vegakervinum, sum er 100.000 tons í 2015, er ikki álagdur gjøldum, og umfatar hesin laks, slógv, frystigóðs, dielselolju, fóður, sand oa.
Upplýsast skal, at Fuglafjarðar havn er ein av størstu pelagisku havnunum í norðurhøvum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald