Tað gjørdist ein sera spennandi dystur á Skála ímillum FTZ-liðini hjá StÍF og føroyameistararnar úr Vestmanna. StÍF førdi meginpartin av dystinum og fóru til hálvleik við leiðsluni 17-13. Í seinna hálvleiki hildu teir 4-muns leiðsluna til 9 minuttir vóru eftir, tá var støðan 26-22 til StÍF, men StÍF steðgaði fullkomuliga upp, teir fingu einki mál í 9 minuttir, ímeðan VÍF fekk 5 mál og vann dystin 26-27.
StÍF: Eli Gærdum, Isak Olsen, Fríði Djurhuus 2, Allan Norðberg 9, Pætur Johansen 2, Sveinur Justinussen 2, Kjartan Johansen 8, Marius Joensen, Jógvan G. Joensen 3 og Rani Funn.
VÍF: Sjúrður Olsen 1, Julian Olsen 2, Áki Egilsnes 8, Andreas Eriksen 2, Niklas Simonsen, Danny Brandt 3, Nunnu Lars Olsen 1, Hanus Christoffersen, Filip Jojic 10 og Jón Múller.
Støður:
5. min. 3-3
10. min. 6-5
15. min. 7-7
20. min. 11-9
25. min. 17-11
30. min. 17-13
35. min. 20-14
40. min. 20-16
45. min. 21-18
50. min. 25-21
55. min. 26-25
60. min. 25-27
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus
Áskoðarar: 200.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald