Oddaliðið H71 hevði í kvøld vitjan av StÍF, sum liggur nr. 6 í FTZ-deildini. StÍF hevur spælt gótt í fleiri dystum í seinastuni - m.a. taptu teir finaludystin í steypakappingini, sum eisini var ímóti H71.
Í kvøld megnaðu teir so at koppa oddaliðnum - dysturin var í Hoyvíkshøllini, StÍF vann 30-28 á H71, eftir at StÍF førdi 13-11, tá ið farið var til hálvleiks.
H71: Ari E. Dam, Jens á Skipagøtu, Hjalti Bachmann, Rúni Vest Højgaard 2, Bogi G. Davidsen, Vilhelm Poulsen 1, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen 6, Hilmar Leon Jakopsen 2, Niklas Hanusarson, Peter Krogh 10, Dánjal Tórgarð4, Jónas G. Djurhuus 3 og Tróndur Arge.
StÍF: Jógvan G. Joensen, Eyðbjørn Eiriksson, Petur Joensen, Pætur Johansen 4, Eli Gærdum, Carsten Bang, Sveinur Justinussen 8, Kjartaj Johansen 4, Djóni J. Petersen 3, Karl M. Johansen, Borgar M. Persson 3, Allan Norðberg 7 og Fríði R. Djurhuus 1.
Støður:
5. min. 1-4
10. min. 3-7
15. min. 6-8
20. min. 9-9
25. min. 10-11
30. min. 11-13
35. min. 16-15
40. min. 18-18
45. min. 21-20
50. min. 23-22
55. min. 25-26
30. min. 28-30
Dómarar: Uni Varsum og Eyðun Samuelsen.
Áskoðarar: 300
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald