Ítróttur

FTZ-deildin: StÍf vann 30-24 á Kyndli

...

2015-10-01 03:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í FTZ-deildini tók StÍf í kvøld ímóti Kyndli í Høllini á Skála. StÍf vann 30-24 eftir hálvleiksstøðuna 19-16.

Dysturin byrjaði javnt og liðini fylgdust væl teir fyrstu 22 minuttirnar, men so dróg StÍF frá og kundu fara til hálvleiks við málmuninum 19-16.

Strandingar hildu munin allan seinna hálvleik, teir drógu eisini frá teir seinastu minuttirnar og vunnu tryggan sigur 30-24.

Teir seinastu tveir minuttirnir vóru sera rokmiklir, tá fekk StÍF tríggjar útvísingar.

Kyndil hevur nú leikt tríggjar dystir og hava tapt allar, teir liggja tí aftast á stigatalvuni.

StÍF: Ísak Olsen, Fróði R. Djurhuus 5, David Jacobsen, Allan Norðberg 2, Marius Joensen 4, Jón Rasmussen, Pætur Johannesen 5, Teitur Nielsen, Sveinur Justinussen 4, Kjartan Johansen 4, Sverri Jensen, Borgar Danielsen 1, Jógvan G. Joensen 5, Rani Funn, Eli Gærdum og Hávardur Trygvason.

Kyndil: Eli Muller, Hans A. B. Thomsen, Josef Abrahamsen 1, Hjalti Bachmann 2, Høgni Klein Olsen 2, David Edvardsen 7, Hans Áki D. Christiansen, Tórður S. Guttesen, Torvald Abrahamsen 1, Finnur Hansson, Ludvík Sunadon 3, Bjarni Sørensen, Bartal Klein Olsen, Hjalti Mohr Jacobsen 8 og Frank B. Askildsen.

Støður:

5. min. 4-3

10. min. 6-8

15. min. 8-10

20. min. 12-12

25. min. 16-12

30. min. 19-16

35. min 21-17

40. min. 24-19

45. min. 24-20

50. min. 25-22

55. min. 28-24

60. min. 30-24.

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7125238144
2VÍF25847114
3KÍF1221662
4StÍF3787622
5Neistin24852-42
6Team Klaksvík12131-100
7Kyndil36584-190

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder