KÍF vann tryggan sigur á Team Klaksvík í kvøld, úrslitið gjørdist 30-20, KÍF hevur harvið ota seg uppá næstovasta pláss í FTZ-deildini.
Team Klaksvík legði hart út í dystinum í Kollafirði í kvøld, tá í 5 minuttir vóru leiktir, tá førdi Team Klaksvík 4-2, men so tók KÍF yvir, hálvleiksstøðan var 16-10 til KÍF og í seinna hálvleiki fekk KÍF 14 mál og klaksvíksingarnir 10, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 30-20 til KÍF.
Í Vestmanna vann H71 27-23 á VÍF.
KÍF nýtti leiðsluna í kvøld til at lova fleiri ungum leikarum á vøllin.
??tvísingar: KÍF 8 og TK 2
KÍF: Emil Dam, Ragnar Gaard, Janoy D. Dam, Andrias Nielsen 4, Karstin D. í Húsinum, Tony Weyhe 4, Teitur Joensen 4, Jákup Trygvason, Hjalti H. Matras 1, Vilhelm Magnussen, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe 3, Rúni Joensen 8 og Ási Dam 1.
Team Klaksvík: Aron K. Jacobsen, Rasmus S. Magnusson, Kristoffer R. Hedegaard, David L. Danielsen 1, Birgir Poulsen 1, Beinir Johannesen, Einar Dam 1, Finnur Hansson 5, Vilhelm Vilhelmsen 1, Sámal á T. Olsen 8, Peter Martin Eliasen, Hanus Norðberg 1 og Jens Pauli Mohr 2.
Støður:
5. min. 2-4
10. min. 5-4
15. min. 8-4
20. min. 10-6
25. min. 12-7
30. min. 16-10
35. min. 19-11
40. min. 20-12
45. min. 23-14
50. min. 26-16
55. min. 27-18
60. min. 30-20
Dómarar: Jákup S. Simonsen og Gunnar Djurhuus
Áskoðarar: 70.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald