Eftir at hava verið andaðir í nakkan av klaksvíksingum í 45 minuttir vunnu vestmenningar ein trivaligan sigur á Team Klaksvík í Høllini í Vestmanna seinnapartin í dag, úrslitið gjørdist 34-25 eftir at støðan í hálvleikinum var 18-15 til VÍF. VÍF heldur kósina móti finaluplássinum, sigurin í dag var eitt stig á leiðini.
VÍF: Sámal Joensen, Rúni Joensen, Sjúrður Olsen 1. Jóhann í Sjúrðarstovu, Hanus Christoppersen 7, Julian Olsen 7, Áki Egilsnes 5, Andreas Erikson 1, Jón Muller, Niklas Simonsen, Magnus Matras, Agnar Joensen 1, Heini Hanusarson, Filip Jojic 7, Niklas Selvig 3 og Danny Brandt 2.
Til dystin vóru bert 50 áskoðarar - Vestmanna er hondbóltsbygd burturav, so tað undrar okkum, at ikki fleiri áskoðarar vóru - VÍF liggur jú á 2. plássi í FTZ-kappingini.
Team Klaksvík: Rasmus S. Magnusson, Kristoffer Kothaus, Hanus Norðberg 5, Dánjal Kjærbo 4, Beinir Johannesen, Niels Viggo Niclasen 1, Bogdan Florea 8, Vilhelm Vilhelmsen, Andrias Ellingsgaard, Sámal á T. Olsen 4 og Jens Pauli Mohr 3.
Støður:
5. min. 5-3
10. min. 7-6
15. min. 10-7
20. min. 13-11
25. min. 17-14
30. min. 18-15
35. min. 21-17
40. min. 24-20
45. min. 26-21
50. min. 28-24
55. min. 31-24
60. min. 34-25
Dómarar: Gunnar Djurhuus og Jákup Símun Simonsen.
Áskoðarar: 50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald