StÍF tók í dag ímóti VÍF í Høllini á Skála. Fyri bæði liðini var talan um ein avgerandi dyst, um kappingina um finalupláss í FTZ-deildini - VÍF hevði undan dystinum í dag 14 stig og StÍF hevði 13 stig.
Tað var VÍF sum vann dystin við 27 málum ímóti 23, hálvleiksstøðan var 13-7 til VÍF.
Liðini byrjaðu javnt og fylgdust teir fyrstu 10 minuttirnar, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki rann VÍF frá StÍF og avgjørdi dystin, teir vunnu fyrra hálvleik 13-7, ímeðan StÍF vann seinna hálvleik 16-14.
VÍF tók við stigunum í dag 2. plássið frá KÍF - sí støðuna niðast í greinini.
StÍF: Ísak Olsen, Fríði R. Djurhuus 1, Pætur ?? Joensen 1, Pætur Johansen 6, Teitur Nielsen 1, Kjartan Johansen 1, Sveinur Justinussen 7, Eli Gærdum, Borgar M. Persson 1, Jógvan G. Joensen 2, Marius Joensen 3.
VÍF: Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Hanus Christoffersen 5, Julian Olsen 2, Áki Egilsnes 4, Andrias Eriksen, Niklas Simonsen, Nunnu Lars Olsen 1, Agnar Joensen 1, Heini Hanusarson, Filip Jojic 9 og Niklas Selvig 5.
Støður:
5. min. 2-2
10. min. 3-5
15. min. 4-9
20. min. 4-10
25. min. 5-11
30. min. 7-13
35. min. 10-18
40. min. 12-20
45. min. 17-21
50. min. 19-23
55. min. 20-24
60. min. 23-27
Dómarar: Gert Hansen og Agnar Dam.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald