Ítróttur

FTZ: VÍF styrkir hópin til leygardagin

...

2015-12-03 03:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í FTZ deildini er í løtuni kapping millum KÍF og VÍF, um hvørt teirra fær finaluplássið ímóti H71, sum higartil í ár hevur vunnið allar sínar dystir og hevur 22 stig fyri 11 dystir. KÍF og VÍF hava bæði 13 stig fyri 10 dystir.

Leygardagin verður dystur í Kollafirði millum KÍF og VÍF, sum kann gerast avgerandi, hvørs teirra fær finaluplássið í FTZ-deildini.

VÍF setir øll segl fyri, teir hava grivið Sámal Joensen og Agnar Joensen fram aftur og í kvøld hava teir gjørt avtalu við Heina Hanusarson, um at hann eisini verður við restina av kappingarárinum.

Hvussu verður við Áka Egilsnes er enn ivasamt, annars ljóðaði fyri tíð síðan, at Áki skuldi til Íslands at leika við IBV, men sum vit skilja støðuna, so er eingin avgerð tikin um tað enn.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71113102377322
2KÍF102522173513
3VÍF10270263713
4StÍF1026426049
5Kyndil11284288-49
6Neistin10234252-186
7Team Klaksvík10230327-970

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder