Ítróttur

FTZ: VÍF og Neistin leiktu javnleik 24-24

...

2015-12-17 03:39 Author image
placeholder

 Tað gjørdist javnleikur í Vestmanna millum VÍF og Neistan 24-24, eftir at Neistin hevði ført meginpartin av dystinum. Støðan í hálvleikinum var 12-13 til Neistan.

Neistin helt seg omaná líka til endan á dystinum, tá ið VÍF kláraði at hála tað eina stigið inn. Fyri VÍF hevði tað nógv at siga at fáa javnleik, fyri at vera við í kappingini um finalupláss, men um Neistin hevði vunnið, so kundu teir eisini roknast uppí liðini, sum kappast um at koma í finaluna.

VÍF hevur nú 14 stig fyri 12 dystir, Neistin hevur 9 stig fyri 12 dystir - sí annars stigatalvuna niðast.

VÍF: Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Danny Brandt, Hanus Christoffersen 2, Julian Olsen 4, Áki Egilsnes 6, Andrias Eriksen 4, Jon Muller, Niklas Simonsen, Nuuno Lars Olsen 1, Magnus Matras, Heini Hanusarson og Filip Jojic 7.

Neistin: Bjørn M. Mohr, Nicholas Satchewll, Rasmus Muller, Andras Joensen 4, Tommy Fletcher 4, Rói Berg Hansen 7, Sjúrður Thomassen 1, Herbjørn Lava, Jucoslav Djumic, Beinir Davidsen 3, Thorkil Hentze, Terje Mørk, Hjalti í Jákupstovu og Teis Horn Rasmussen 5.

Støður: 

5. min. 2-3

10. min. 5-7

15. min. 7-9

20. min. 9-10

25. min. 10-11

30. min. 12-13

35. min. 13-16

40. min. 15-18

45. min. 17-21

50. min. 18-23

55. min. 22-24

60. min. 24-24

Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus.

Áskoðarar: 200


Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71133552787724
2KÍF123022693315
3VÍF12322318414
4StÍF133423311113
5Kyndil123213061511
6Neistin12283298-159
7Team Klaksvík12273398-1250

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder