Neistin tók í dag ímóti VÍF í Høllini á Hálsi. Tað var VÍF, sum kom betri frá byrjan, eftir 5 minuttir vísti máltalvan 1-5 til VÍF, eisini førdi VÍF 3-7 í 10. minutti, men so byrjaði Neistin at gera um seg, Neistin fór frá at vera afturút 2-7 í 8. minutti til at føra 10-7 tá ið 22 minuttir vóru leiktir - VÍF steðgaði upp hesa tíðina og alt bar til hjá Neistanum. Í 28 minutti fær Neisttin eina útvísing, teir fáa tó tvey mál, ímeðan VÍF bert fær eitt - hálvleiksstøðan gjørdist 15-11 til Neistan.
Í seinna hálvleiki byrjaði VÍF aftur betri, teir komu uppá 15-14 tá íð 37 minuttir vóru leiktir, liðini fylgdust væl restina av dystinum. sum endaði við javnleiki 25-25.
Eitt sindur av rokan var - bæði liðini leggja protest inn um dystin.
Neistin: Eliesar Rubeksen, Nicholas SatchWell 1, Karl Marti Olsen, Rasmus Muller, Rúne Olsen 1, Rói Berg Hansen 4, Sjurður Thomassen 2, Torstein Balle 1, Pætur Mikkjalsson 2, Jónsvein Dulavík 3, Torkil Hentze 2, Terji Mørk, Frank Askildsen 6 og Teis Rasmussen.
VÍF: Magnus Muller 1, Agnar Joensen 1, Rúni Joensen 1, Hanus Christoffersen, Julian Olsen 3, Áki Egilsnes 2, Andrias Eriksen, Bjarti Hansen 4, Mladin Hjerimarka 2, Sjúrður Olsen 4, Rói Lamhauge, Filip Jojic 7.
Støður:
5. min. 1-5
10. min. 3-7
15. min. 5-7
20. min. 8-7
25. min. 11-9
30. min. 15-11
35. min. 15-13
40. min. 17-15
45. min. 19-20
50. min. 20-22
55. min. 22-23
60. min. 25-25
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus
Áskoðarar: 200
Dystir eftir at leika:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald