Í Høllini á Skála tók StÍF í kvøld ímóti Kyndli - Kyndil vann tryggan sigur 32-27, eftir at støðan í hálvleikinum var 15-12 til Kyndil.
StÍF byrjaði betri, men sum fyrri hálvleikur leið tók Kyndil leiðsluna og kundi fara til hálvleiks við leiðsluni 15-12.
StÍF hevði møguleikan at koma ájavnt við Kyndil í stigum og StÍF kempaði væl, tá ið 43 minuttir vóru leiktir var bara eitt mál á muni støðan var 20-21 til Kyndil - men so glapp hjá Kyndli, teir fingu 4 mál, ímeðan StÍF einki fekk og støðan gjørdist 20-25 í 48. minutti og dysturin sá út til at vera avgjørdur.
Kyndil vann eisini tryggan sigur 32-27.
StÍF: Fríði R. Djurhuus 2, Pætur ??. Joensen 1, Pætur Johansen 3, Sveinur Justinussen 7, Kjartan Johansen 7, Eli Gærdum, Borgar M. Persson 4, Jógvan G. Joensen 2, Arnhold Berg og Marius Joensen 1.
Kyndil: Jan Pauli Toft Johannesen, Tórður S. Guttesen, Hans Arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen 3, Høgni Klein Olsen 2, David Edvardson 7, Finnur Hansson 7, Ludvík Súnason 1, Jóni G. Viderø, Bartal Klein Olsen, Hjalti Mohr Joacobsen 8, Hørður Fannar Sigtórsson 4, Bárður Johannesen og Dávur Clementsen.
Støður:
5. min. 3-1
10. min. 5-4
15. min. 6-6
20. min. 8-9
25. min. 10-13
30. min. 12-15
35. min. 15-18
40.min. 18-20
45. min. 20-23
50. min. 21-26
55. min. 24-28
60. min. 27-32
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus
Áskoðarar: 160
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald