Í FTZ-deildini tók Neistin í dag ímóti hinum havnaliðnum - Kyndli.
Liðini fylgdust væl í fyrru helvt av fyrra hálvleiki, tá ið 14 minuttir vóru leiktir var støðan 5-5, men Kyndil dróg so frá restina av fyrra hálvleiki, máltalvan vísti 9-15 til Kyndil, tá ið farið var til hálvleiks og dysturin sá út til at vera avgjørdur.
Kyndil helt á við góða spælinum fyrst í seinna hálvleiki, teir startaðu hálvleikin, har teir sleptu í fyrra hálvleiki og tá ið klokkan vísti at 47 minuttir vóru leiktir, var støðan 14-23 til Kyldil.
Men nú stoppaði Kyldil upp, teir fingu einki mál afturat í dystinum - t.v.s. teir fingu einki mál teir seinastu 13 minuttirnar av dystinum, harafturímóti fekk Neistin 8 mál og kom uppá 22-23 í 57. minutti, men einki mál kom teir seinastu tveir minuttirnar, so endaliga støðan gjørdist 22-23 til Kyndil, sum nú hevur eins nógv stig og KÍF, sum teir deila 3. plássið við, men Kyndil hevur leikt eit dyst meira.
Neistin: Bjørn M. Mohr, Nichulas Satchwell, John í Innistovu 2, Andras Joensen 1, Roj Bers Hansen 9, Sjúrður Thomassen1, Juguslav Djumic 2, Hjalti í Jákupsstovu, Beinur Davidsen 2, Torkil Hentze, Terji Mørk 1 og Teis Horn Rasmussen 4.
Kyndil: Jan Pauli Toft Johannesen, Hans Arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen 2, Høgni Klein Olsen 2, David Edvardsen, Tórður S. Guttesen, Torvald Abrahamsen 2, Finnur Hansson 3, Ludvík Sunason 3, Bjarni Sørensen 6, Bartal Klein Olsen, Hjalti Mohr Jacobsen 2, Hørður Fannar Sigtórsson 2, Frank B. Askildsen 1 og Dávur Clementsen.
Støður:
5. min. 2-2
10. min. 3-4
15. min. 5-6
20. min. 5-9
25. min. 7-11
30. min. 9-15
35. min. 12-16
40. min. 12-18
45. min. 13-21
50. min. 16-23
55. min. 20-23
60. min. 22-23
Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Gerst Hansen
Áskoðarar: 400
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald