Kyndil vann í dag stórsigur á VÍF, í dysti, sum var leiktur í Høllini á Hálsi.
Liðini fylgdust væl teir fyrstu 20 minuttirnar av frra hálvleiki, men so dróg Kyndil frá VÍF, og kundi fara til hálvleik við støðuni 15-11.
Kyndil spældi væl í seinna hálvleiki og rann bara frá vestmenningum, sum høvdu trupulleikar at fáa spælið at koyra, endaliga støðan gjørdist 33-24 til Kyndil, sum fekk fyrstu stigini hóskvøldið ímóti Team Klaksvík, Kyndil hevur nú 4 stig fyri 5 dystir, teir liggja nú á 4. plássi í FTZ-kappingini.
Kyndil: Eli Múller, Hans Arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen 3, Hjalti Bachmann, Høgni Klein Olsen 2, David Edvardsen 7, Mladen Meri Mjeriracka, Torvald Abrahamsen, Finnur Hansson 4, Ludvík Súnason 1, ??lavur F. Reginsson, Bjarni Sørensen 4, Bartal Klein Olsen 2, Hjalti Mohr Jacobsen 5, Hørður Fannar Sigtórsson 4 og Frank B. Askildsen 1.
VÍF: Sjúrður Olsen, Danny Brandt 3, Hanus Christoffersen 6, Julian Olsen, Áki Egilsnes 5, Andreas Eriksen 1, Jan Muller, Niklas Simonsen, Nunnu Lars Olsen 4, Tóki Seloy, Hallur Arnason og Filip Jojic 4.
Støður:
5. min. 3-1
10. min. 4-2
15. min. 6-6
20. min. 9-7
25. min. 12-9
30. min 15-11
35. min. 17-11
40. min. 20-12
45. min. 23-17
50. min. 30.20
55. min. 31-21
60. min. 33-24
Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.
Áskoðarar 225
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald