JN

@fsf1979: Vinn tvær flogferðir

...

2015-09-02 15:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í nýggjari Instagram-kapping leitar FSF eftir tveimum teimum bestu fjepparamyndunum av Tórsvølli í 2015. Vinnararnir fáa hvør sína ferð á NORÐ rutunetinum hjá Atlantic Airways.

Í samstarvi við annan av høvuðsstuðlunum hjá føroyska A-landsliðnum, Atlantic Airways, leitar Fótbóltssamband Føroya eftir tveimum teimum bestu myndunum av Tórsvølli í 2015.

Kappingin er á Instagram, og tað einasta tit skulu gera er at frámerkja myndina: ???#???einvanligurdaguráTórsvølli???

Myndir frá kappingini verða vístar á stórskýggjanum, tá Føroyar og Norðurírland bresta saman á Tórsvølli fríggjadagin 4. september, klokkan 19:45.

Vinnararnir, ið verða kunngjørdir undir dystinum móti norðurírum, fáa hvør sína ferða á NORÐ rutunetinum hjá Atlantic Airways.

Fylg FSF á Instagram:https://instagram.com/fsf1979/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder