FSF: Smærri lógarbroytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, umframt nevndarval í Aganevndini, Yvirkærunevndini, Loyvisnevndini og Kærunevndini í Loyvismálum var á skránni, tá 37. aðalfundur Fótbóltssamband Føroya varð hildin í FSF-húsinum í Havn leygardagin 13. februar.
Vanligt er, at útlendskir gestir, umboðandi UEFA, eru við á aðalfundunum hjá FSF, og hesaferð var tað norska Karen Espelund, nevndarlimur í UEFA, ið luttók á fundinum.
Í røðuni til fundarfólkið segði Karen Espelund millum annað, at tað var gleðiligt at síggja ta framgongd, ið føroyska A-landsliðið við monnum hevur havt seinastu tíðina. Føroyar hava fingið ein heimavøll, sum tey flestu londini ræðast, og at aðrir landsliðsvenjarar nú hava fingið nógv meir at hugsa um, tá teir skulu spæla ímóti Føroyum. Eisini frøddist Karen Espelund um, at FSF nú skipar fyri Futsal og Heilsufótbólti.
Í kappingarreglunum fyri fótbólt vórðu átta broytingar framdar.
Millum annað varð samtykt, at tá lið standa á jøvnum í stigum verður fyrst hugt eftir, hvat lið hevur møtt betur upp til dystir, áðrenn hugt verður eftir samlaða málmuninum(grein 5, stk. 5).
Í EFO-deildini og 1. deild hjá monnum fær leikari nú leikbann aftaná fýra gul kort, og í steypakappingini fellir leikbann eftir tvey gul kort(grein 37a, stk. 3 og 4).
Í grein 37 er tað komið afturat, at heimilað verður Kappingarnevndin at áseta nærri reglur um leikbann ella burturvísing av venjarum og leiðarum, um viðkomandi vísir óhøviskan atburð ella málburð í venjingardysti(grein 37).
Á aðalfundinum varð roknskapurin fyri 2015 lagdur fram og góðkendur. Roknskapurin fyri í fjør vísti eitt yvirskot á umleið 4,5 mió. krónur.
Myndir: Hans Erik Danielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald