MYNDIR og VIDEO: Um vikuskiftið varð skipað fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. 70 ungdómsvenjarar luttóku, og harafturat bleiv nýggj menningarætlan fyri FSF eisini løgd fram.
- Eri vælnøgdur við ráðstevnuna. Bara tað, at vit kunnu samla so nógvar barna- og ungdómsvenjarar til eitt tiltak er gleðiligt og vísir veruliga hvussu íðin hesi fólkini eru í sínum arbeiði. Tað er eitt greitt tekin frá feløgunum um, at tey taka menning av sínum venjarum í álvara tá so nógvir lutakarar eru, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
Lagt var fyri fríggjadagin, tá forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian F. Andreasen bjóðaði vælkomin og setti ráðstevnuna. Í røðuni legði forsetin dent á stóra týdningin av, at FSF skipar fyri tílíkum tiltøkum, ið serliga er fyri barna- og ungdómsvenjarum.
Síðani vóru fyrilestrar, sum vórðu hildnir í B36-húsinum, og venjingar, ið vóru á Tórsvølli, á skránni. Á raðstevnuni varð nýggja menningarætlanin hjá Fótbóltssambandi Føroya eisini løgd fram. Tað eru Pætur Clenentsen, tekniskur stjóri í FSF, og Eyðun Klakstein, ið hava staðið fyri arbeiðinum, at orða menningarætlanina, ið er ætlað børnum og ungum.
Nýggja menningarætlanin kann síggjast her: FSF Menningarætlan / Mars 2017
Fyrilestrahaldarar vóru Pætur Clementsen, John Petersen, Ásla Johannesen, ??ssur Hansen, Jógvan Martin Olsen, Eli Hentze og Thomas Thinggaard.
??ssur Hansen: ???Tann góði barnavenjingartímin???
Pætur Clementsen: ???Talent hugtakið. Hvat er eitt talent????
Jógvan Martin Olsen: ???Venjara- og venjingarumhvørvið???
John Petersen/Ásla Johannesen: ???Gentur í fótbólti ??? avbjóðingar og møguleikar???
Eli Hentze: ???Rák og royndir í altjóða fótbólti???
Thomas Thinggaard: ???Hvussu skapa vit fleiri málmøguleikar???
Ráðstevnan endaði við pallborðsfundi. Orðstýrari var Solby Christiansdóttir, og við pallborðið sótu Kajsten Rasmussen av Skála, Jens Erik Rasmussen úr 07 Vestur, og Eyðvør Jacobsen úr HB.
- Vónandi fingu øll nakað burturúr, og hvør veit, kanska vit skipa fyri onkrum líknandi tiltaki aftur komandi ár, sigur Pætur Clementsen at enda við heimasíðuna hjá FSF.
Myndir frá ráðstevnuni síggjast her: Barna- og ungdómsfótbóltur / Mars 2017
Áðrenn høvuðsfyriskiparin, Pætur Clementsen takkaði endaliga fyri, varð ein filmur vístur, har kendir persónar takkaðu venjarum, sjálvbodnum og øðrum, sum alt árið gera eitt stórt arbeiði fyri barna- og ungdómsfótbóltin í Føroyum.
Filmurin kann síggjast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald