2016-06-03 09:03
Í FSF Varpinum verður tosað við Lars Olsen, Gunnar Nielsen og nýggja mannin í føroyska hópinum, Boga Reinert Petersen, sum allir síggja við spenningi fram til dystin ímóti Kosovo, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19:00.
Fyrrapartin hósdagin hevði føroyska A-landsliðið seinastu venjingina undan venjingardystinum ímóti Kosovo, sum verður spældur á Frankfurter Volksbank Stadion fríggjadagin klokkan 19:00, føroyska tíð.
Tá venjingin var um at vera liðug, prátaði FSF Varpið við Lars Olsen, landsliðsvenjara, Gunnar Nielsen, málverja, og nýggjasta mannin í føroyska hópinum, Boga Reinert Petersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald