Ítróttur

FSF Varpið: HB og EBS/Skála í finaluna

...

2017-06-27 15:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VIDEO: Nú er greitt, at tað verða EBS/Skála og HB, ið skulu spæla ársins finalu í steypakappingini hjá kvinnum.

Leygardagin vórðu seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum spældar. ??rslitini høvdu við sær, at í ár verða tað EBS/Skála og HB, sum møtast í finaluni.

Í Klaksvík vann EBS/Skála 2-1 á KÍ. Fyrri dysturin endaði 1-1, og tí er tað felagsliðið, sum við 3-2 sigri samanlagt, hevur tryggjað sær pláss í finaluni.

Í Havn var grannauppgerð millum HB og B36. Tær reyð-svørtu vunnu fyrru hálvfinaluna 4-1, og tí hjálpti lítið, at árstalsfelagið vann seinna dystin 2-1. Steypafinalan hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 9. september.

Í FSF Varpinum ber til at síggja málini úr dystinum millum HB og B36, og KÍ og EBS/Skála.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder