Ítróttur

FSF Varpið aftur í luftini

...

2017-03-10 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Sunnudagin klokkan 15:00 byrjar EFFO-deildin aftur, og fimm spennandi dystir eru á skránni. Jóannes Jakobsen hevur her síni boð uppá, hvussu dystirnar fara at enda.

Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen er spentur til eitt nýtt kappingarár, og tað er víð stórum spenningi, at hann sær fram til kappingina, ið nú stendur fyri framman.

- Í fjør væntaði eg, at Víkingur fór at vinna, og soleiðis bleiv eisini, sjálvt um eg broytti meining nakrar ferðir sum kappingin leið. Men í ár er eingin greiður favorittur, sigur Jóannes Jakobsen, sum væntar, at fýra tey ovastu liðini frá í fjør fara at gera um seg, og møguliga HB.

EFFO-deildin 2017 verður sparkað í gongd sunnudagin klokkan 15:00. Í Havn møtast HB og 07 Vestur, og í Klaksvík fær KÍ vitjan av Skála. Við Løkin í Runavík spæla NSÍ og EB/Streymur, og við Stórá í Trongisvági hittast felagsliðið, TB/FCS/Royn og ÍF. Fimti dysturin er millum Víking og B36.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder