Farna vikuskifti varð fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið spælt. Ikki færri enn 58 mál vórðu skoraði í teimum átta dystunum, og nú ber til at síggja ??LL málini í FSF Varpinum.
Leygardagin og sunnudagin varð fyrsta umfar í steypakappingini hjá monnum spælt. Átta dystir vóru á skránni, og tilsamans blivu 58 mál skoraði.
??rslitini háttaðu seg soleiðis, at ÍF, NSÍ, EB/Streymur, TB/FCS/Royn, B36, KÍ, Víkingur og HB hava spælt seg víðari í kappingini, og eftir lutakast í 3-2 í sjónvarpinum mánakvøldið er nú greitt, at fjórðingsfinalurnar verða spældar soleiðis:
ÍF ??? KÍ
HB ??? EB/Streymur
B36 ??? Víkingur
NSÍ ??? TB/FCS/Royn
Fjórðingsfinalurnar verða spældar hósdagin 13. apríl.
Í FSF Varpinum ber til at síggja ??LL málini ??? og misnýttu brotsspørkini við Margáir ??? sum fyrsta umfar hevði at bjóða???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald