Ítróttur

FSF Varpið: 22 mál í 15. umfari

...

2017-07-25 12:43 Author image
placeholder

VIDEO: Farna vikuskiftið varð 15. umfar í EFFO-deildini spælt. Tilsamans 22 mál vórðu skoraði, og her ber til at síggja øll málini.

Fimtanda umfar í fremstu deildini hjá monnum varð spælt farna vikuskifti. Lagt var fyri fríggjakvøldið, tá Víkingur vann 4-0 á ÍF, og leygardagin vann NSÍ heili 7-0 á útivølli ímóti 07 Vestur.

Hinir tríggir dystirnir vórður spældir sunnudagin. Í Klaksvík vann KÍ 4-1 á TB/FCS/Royn, í Havn vann B36 2-1 á Skála, og við Margáir í Streymnesi, har HB var á vitjan, gjørdist talan eisini um 2-1 sigur til heimaliðið.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll 22 málini, sum vórðu skoraði í 15. umfar í EFFO-deildini. 16. umfar verður spælt 27., 28. og 29. juli.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder