Í sambandi við landsdystin á Tórsvølli leygarkvøldið 13. juni kl. 19.45 millum Føroyar og Grikkaland, vilja vit her gera allar áskoðararnar, ið koma til dystin, varugar við nøkur praktisk viðurskifti.
Tórsvøllur letur upp kl. 18:00. Frá kl. 18:00 letur høvuðsstuðulin hjá landsliðnum, BAKKAFROST, 2.000 ókeypis fyrstafloks brellbitar við laksi, sum verður at fáa í nýggja eysturskýlinum. Laksur verður at fáa til uppi er, ella til í seinasta lagi kl. 19.15.
Atgongumerki
Tey, ið hava ognað sær atgongumerki, hava fingið atgongumerki sendandi í teldubrævi. ??ll atgongumerki skulu printast á hvør sítt ark. Atgongumerkini eru einans gildug í A4-stødd við lesiligari strikukotu. Tríggjar strikukotur eru á hvørjum atongumerki.
Atgongumerkini verða skannaði við inngongdina. Týdningarmikið er, at gera sær greitt, hvar rætta inngongdin er. Tá áskoðarin er komin inn á Tórsvøll, ber ikki til at fara út; og síðani koma innaftur. Hvørt atgongumerki kann bert skannast einaferð.
Eru trupulleikar ella ivamál, verður víst til FSF Leiðbeiningina, ið er á parkeringsøkinum við nýggja FSF-húsið.
Inngongdir
Gevið gætur, at Tórsvøllur hevur fleiri inngongdir. Bólkurin avger, hvørja inngongd hvør áskoðari skal brúka.
Inngongd B Bólkur 101-104
Inngongd C Bólkur 105-108
Inngongd F Bólkur 109-111
Inngongd G Bólkur 112-113 og 209-213
Inngongd H Bólkur 114-118
Inngongd I Tíðindafólk
Inngongd J Bólkur 119-121
Tiltøk
Frá kl. 17:00 skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ymsum tiltøkum fyri alla familjuna á parkeringsplássinum framman fyri nýggja FSF-húsið. Á skránni verður andlitsmáling, hoppiborg, brotssparkskapping og annað, og kl. 18:00 verður livandi tónleikur við Eyðuni Nolsøe. ??ll tiltøkini eru ókeypis.
Parkering
??tselt er til dystin, og tí heita vit á fólk um at møta í góðari tíð. Fólk við bili kunnu parkera á øllum almennum parkeringsøkjum, men vit gera vart við, at hesi eru avmarkaði.
Vælkomin á Tórsvøll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald