Ítróttur

FSF: U17-landsliðið við dreingjum úttikið

...

2017-02-27 12:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið føroyska U17-hópin við dreingjum, sum í mars mánaða skal til ??rvalskapping á Kýpros.

- Hetta verður ein øgiliga stór avbjóðing. Vit skulu spæla ímóti Kýpros, Írlandi og Slovakia, og tey hava øll rættuliga sterk ungdómslandslið. Men vit trúgva veruliga uppá møguleikan, og vit fara sjálvandi eftir honum, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Í døgunum 11. til 21. mars fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum at taka lut í ??rvalskapping (Elite Round) í Larnaca á Kýpros. ??rvalskappingin er kapping fyri lond, sum hava spælt seg víðari úr innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini.

Føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú góðar tvær vikur undan fráferð, hava venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru úttiknir til kappingina á Kýpros.

Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuleikarar
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gundur Ellingsgaard Petersen, Valur (ICE)
Fróði Pætursson Rasmussen, B36
Jógvan Petersen, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Andrias Edmundsson, B68
Sveinur Lava Olsen, HB

Miðvallarar
Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur
Magnus Holm Jacobsen, B36
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Stefan Radosavljevic, TB
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)
Símun Sólheim, HB

Framherjar
Tórur Jacobsen, KÍ
Steffan A. Løkin, NSÍ

Skráin
15. mars: Føroyar - Írland
17. mars: Føroyar - Kýpros
20. mars: Føroyar - Slovakia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder