Lutakast um, hvussu spælast skal í EM-undankappingunum fyri U17 og U19-landsliðini við dreingjum komandi ár, hevur verið. Føroysku liðini skulu til Luksemburg og Montenegro at kappast.
Nú er greitt, hvussu føroysku U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla í undankappingunum til EM, sum verða komandi ár.
Hósdagin var lutakast í Nyon í Sveis, og har háttaði tað seg soleiðis, at U17-liðið skal til Luksemburg, meðan undankappingin hjá U19-dreingjunum verður í Montenegro.
U17-dreingirnir komu í bólk 3 saman við Sveis, Kekkia og vertunum úr Luksemburg. Kappingin verður í døgunum 21. til 26. oktober 2016.
Fyri U19-landsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at føroyska liðið er komið í bólk 12 saman við Kroatia, Kypros og Montenegro, ið verður vertur fyri kappingini. EM-undankappingin hjá føroysku U19-dreingjunum verður spæld frá 11. til 16. november komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald