Ítróttur

FSF: U17 Dreingir: Tepurt tap fyri Írlandi

...

2014-09-25 04:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroyska U17-landsliðið við dreingjum var heilt nær við einum góðum úrsliti ímóti Írlandi. Men tá avtornaði vunnu írar 4-2.

- Hetta var ein fantastiskur innsatsur frá okkara leikarunum. Men tíverri standa vit eftir við ongum, sjálvt um vit avgjørt høvdu uppiborið betur. Soleiðis sigur Áki Johansen, annar av U17-landsliðsvenjarunum, eftir 4-2 tapið fyri Írlandi.

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum luttekur í EM-undankapping í Írlandi, var heilt nær við at fáa stig ímóti vertunum fyri kappingini. Men tá avtornaði vunnu írar 4-2.

Fyrri hálvleikur var javnur, við málmøguleikum til báðar partar. Men við eitt sindur av hepni og neyvleika megnaðu írar at skora tvær ferðir áðrenn steðgin, meðan okkara ikki kendu sína vitjunartíð í avgerandi løtum.

Eftir hvíldina løgdu okkara leikarar nógv fyri, og tá tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki bragdaði hjá føroyska liðnum. Pætur J. Petersen royndi seg við skoti, sum málverjin hjá írum ???fumlaði??? í málið. 

Føroyska liðið fór eftir útjavnandi málinum, men lítla løtu seinni økti Írland til 3-1. Okkara hildu kortini fram at stríðast, og minuttin eftir var aftur bara eitt mál á muni. Við dagsins detalja spældi Teit Jacobsen David Muller leysan, eftir at Janus Svabo Samuelsen hevði vunnið bóltin á miðuni. David Muller royndi seg við góðum skoti, sum brast í írsku meskarnar. 3-2 og veruligur spenningur var aftur í dystinum.

- Vit satsaðu alt seinastu tíggju minuttirnar, men tíverri eydnaðist tað írum at skora til 4-2, tá tveir minuttir eru spældir út yvir vanligu leiktíðina. Men sum heild eri eg sera væl nøgdur við hugburðin og innsatsin hjá okkara leikarum, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari.

Triðji og seinastu dystur hjá føroyska U17-liðnum verður leygardagin, tá okkara skulu royna seg ímóti Gibraltar. Mánadagin tapti Gibraltar 5-0 fyri Írlandi, meðan dysturin millum Skotland og Gibraltar endaði við 4-0 sigri til skotar.





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder