Ítróttur

FSF stuðlar Michael van Praag

...

2015-01-29 23:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Í sambandi við forsetavalið í FIFA, sum verður 29. mai, hevur FSF, saman við fimm øðrum londum, innstillað hollendingin Michael van Praag.

- Vit fingu fyri nøkrum døgum síðani eina áheitan fra forsetanum í hollendska fótbóltssambandinum, Michael van Praag, um at stuðla honum í royndini at gerast forseti í FIFA. Eftir at hava umhugsað støðuna, játtaðu vit hesum. Tað er okkara áskoðan, at Michel van Praag er skikkaður til at taka yvir eftir Joseph Sepp Blatter. Van Praag hevur góðar royndir sum leiðari innan fótbóltsheimin, og hann hevur eitt sera gott umdømi. Michael van Praag hevur eisini stóra ávirkan innan fótbóltsheimin, millum annað sum nevndarlimur í UEFA, eins og hann hevur fleiri týðandi nevndarsessir, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Tann 29. mai verður forsetaval í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA. Sitandi forseti, Joseph Sepp Blatter stillar upp aftur, men tað verður ikki uttan svørðsslag.

Saman við Belgia, Svøríki, Skotlandi, Rumenia og Hollandi, hevur Fótbóltssambandi Føroya innstillað forsetan í hollendska fótbóltssambandinum, Michael van Praag, til komandi forsetaval í altjóða fótbóltssamgonguni.

- Okkara áskoðan er, at Blatter hevur gjørt eitt gott arbeiði innan FIFA, men hann hevur seinastu árini ikki hevur megnað at skapt frið um felagsskapin. FIFA er í dag alsamt merkt av gølum, og Blatter hevur mist nógv trúvirði millum manna. Hesi viðurskifti gera - at vit saman við øðrum londum - hava uppstillað Michel van Praag sum forsetavalevni í FIFA, sigur Christian Andreasen.

Umframt 67 ára gamla hollendingin, Michael van Praag, hava fýra aðrir boðað frá, at teir stilla upp til forsetavalið í FIFA. Teir eru Ali Bin Al-Hussein, prinsur í Jordan, Jerome Champapgne úr Fraklandi, fyrrverandi fótbóltsspælarin David Ginola úr Fraklandi og Luis Figo úr Portugal.

Sostatt vera seks valevni at velja ímillum, tá forsetaval verður í altjóða fótbóltssamgonguni í mai mánaða. Freistin at boða frá uppstilling er í kvøld kl. 23:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder