FSF: Hóast FSF í eina tíð hevur arbeitt við egnari skrásetingarskipan við elektroniskum dómaraseðli, er avtala gjørd um, at FaroeSoccer fer at veita tryggu tænastuna við dystarhagtølum til elektroniski dómaraseðilin er tikin í nýtslu.
Seinastu tvey árini hevur Fótbóltssamband Føroya lagt nógva orku í at menna eina skrásetingarskipan saman við bretsku KT-fyritøkuni First Sports International (FSI). Ein partur av hesi skrásetingarskipan er elektroniskur dómaraseðil. Eftir ætlan skulu øll hagtøl frá dystum, har FSF ásetir dómarar, skrásetast elektroniskt. Hetta eru at kalla somu hagtøl, sum FaroeSoccer hevur skrásett higartil.
Hóast lagt er upp til, at feløg og dómarar í framtíðini skulu skráseta dystarhagtøl við elektroniska dómaraseðlinum, hevur Fótbóltssambandið stóran áhuga í, at søguligi dátugrunnurin hjá FaroeSoccer framvegis var dagførdur.
Kappingarárið 2015 verður sostatt 6. árið, at FSF og FaroeSoccer samstarva um dystarhagtøl.
Ítøkiliga er ætlanin at fáa dátugrunnarnar hjá FSF og FS at spæla saman, soleiðis at skrásetingarnar hjá FSF sjálvvirkandi dagføra FaroeSoccer. Við hesi skipan kann FaroeSoccer fara undir týdningarmikið kanningararbeiði innan fótbóltssøgu og søgulig fótbóltshagøl kring landið.
Hóast skrásetingarskipanin hjá Fótbóltssambandinum er komin væl áleiðis, verður hon ikki tikin í nýtslu við kappingarbyrjan. Enn er nakað av forriting at gera í sambandi við samanrenningina av søguliga dátugrunninum hjá FaroeSoccer og nýggja dátugrunninum hjá FSF. Fótbóltssambandið hevur gjørt av at binda um heilan fingur, og tí taka FSF og FaroeSoccer fyribils eitt tørn afturat, har FaroeSoccer enn sum áður kemur at standa fyri skrásetingini av dystarhagtølum. Dómaraseðlarnir skulu tí sum vanligt sendast FaroeSoccer og FSF eftir loknan dyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald