2015-08-14 16:30
Sølan av atgongumerkjum til dystin móti Rumenia gongur væl. Ein tíma eftir, at sølan byrjaði, vóru umleið helmingurin av atgongumerkjunum seld.
Tað er nógv, ið bendir á, at tað verður útselt á Tórsvølli, tá føroyska A-landsliðið spælir seinasta dystin í undankappingini til EM 2016, sum verður í Russlandi.
Atgongumerkjasølan til dystin millum Føroyar og Rumenia byrjaði fríggjamorgunin klokkan 09:00, og longu ein tíma seinni vóru umleið 1.200 atgongumerkir seld umvegis heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya, og sølan gongur framvegis væl.
Og nú, tveir tímar seinni, eru færri enn 1.000 atgongumerkir eftir.
Atgongumerki til dystin, ið einans kosta 100 krónur, kunnu keypastHER.
EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Rumenia verður á Tórsvølli sunnudagin 11. oktober, klokkan 17:00, tað skrivar FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald