Fríggjadagin 14. august, klokkan 09:00 verða atgongumerkini til dystin ímillum Føroyar og Rumenia sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF.
Føroyska fótbóltslandsliðið hevur fýra dystir eftir at spæla í undankappingini til EM 2016. Tveir á heimavølli og tveir á útivølli. Norðurírland og Rumenia koma á vitjan í Føroyum, meðan útidystirnir vera í Finnlandi og í Ungarn.
??ll atgongumerkini til dystin ímóti Norðurírlandi, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 4. september, eru seld.
Men komandi fríggjadag, ið er fríggjadagin 14. august, klokkan 09:00, verða atgongumerkini til dystin ímoti Rumenia sett til sølu á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Kostnaður fyri atgongumerki er einans 100 krónur.
EM-undankappingardysturin ímillum Føroyar og Rumenia verður á Tórsvølli sunnudagin 11. oktober, kl. 17:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald