Leygardagin, páskaaftan 26. mars, kemur frystilínuskipið Stapin á Toftir. Í tí sambandinum verður skipað fyri móttøku á Toftakaj, kl. 14.00.
Nýggji Stapin er bygdur í 1990 og hevur kallast Husby Senior. Talan er um eitt frystilínuskip, sum er 42 metur langt og 9 metur breitt.
Skipið er sera væl hildið og í góðun standi. Verksmiðjan er rættuliga nýggj og frystiorkan er 13 tons pr. døgn. Nýggi Stapin lastar 220 tons.
Skipari á nýggja Stapanum verður Jákup Eli Eidesgaard av Eiði, sum hevur ført gamla Stapan í fleiri ár. Eisini flyta fleiri av manningini á gamla Stapinum yvir á nýggja Stapan.
Knút Høgagarð fer at føra gamla Stapan. Tað er ikki enn almannakunngjørt hvat navnið á gamla Stapanum verður.
P/F Regn á Toftum hevur keypt frystilínuskipið úr Noreg.
Móttøka av skipinum verður á Toftum, páskaaftan kl. 14.00. Umframt talur, luttaka Nes sóknar hornorkestur og kórið úr Undirhúsinum á Toftum.
Nes kommuna ynskir eigarunum hjartaliga til lukku við skipinum, tað skrivar Nes kommuna á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald