2019-10-06 09:12

Frystigoymslan í Kollafirði er á tremur, í løtuni landar Norðingur sild til Faroe Pelagic, sildin verður heilfryst á virkinum og fer síðan inn í frystigoymsluna, tá ið veiðan hjá Norðingi er komin á frystigoymsluna, tá er goymslan á tremur við frystari sild og makreli.
Næraberg kom á Kollafjørð fríggjadagin við góðum 3.000 tonsum av heilfrystari sild, men í Kollafirði er ikki pláss at frysta veiðuna hjá Næraberg, so um hann fer av landinum at landa, ella um skip kemur á Kollafjørð so Næraberg kann umskipað veiðuna har, tað er støða ikki tikin til enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald