Vit hava fingið soljóðandi skriv frá P/F Enniberg.
Við hesum fara vit at biðja Fiskamarknað Föroya um at bjóða fisk hjá Ennibergi út mikudagin 31. august 2016. Tað snýr seg um fryst toskaflak; nögdir og stöddir eru tilskilað í talvuni niðanfyri.
Tann parturin av veiðuni hjá Enniberg, sum her verður boðin út, er parturin, sum er veiddur av teirri kvotu, sum Enniberg keypti í juli mánað í ár. Samamsvarandi § 1, stk. 6 í lógini um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir m.a. botnfiski í Barentshavinum og § 18 í kunngerðini um uppboðssölu av kvotum skal hesin parturin av veiðuni bjóðast út til föroyskar fiskakeyparar, og tað gera vit hervið.
Enniberg hevur fingið fiskin í russiska partinum av Barentshavinum á tí túrinum sum endaði 13. august í ár, fiskiloyvi nr. 35806. Veiðan var liðugt landað 18. august. Tann parturin sum nú verður seldur, stendur í frystibingjum á Eystaru Bryggju í Havn.
Vörulýsing | Vorunr. | Kilo | Eskjur | ||
Skin-on | 8-16 oz | 12 | 20.779,4 | 1.018 | 44,60 |
Skin-on | 16-32 oz | 13 | 37.068,2 | 1.816 | 44,60 |
Skin-on | 32+ oz | 14 | 66.114,5 | 3.239 | 44,60 |
Skinless | 16-32 oz | 33 | 632,8 | 31 | 46,50 |
IQF skin on | 6-7 oz | 1917 | 230,0 | 23 | 45,00 |
IQF skin on | 7-8 oz | 1918 | 230,0 | 23 | 45,00 |
IQF skin on | 8-9 oz | 1919 | 480,0 | 48 | 45,40 |
Eitt OZ er 28,35 gramm.
Um tað er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til FMF á 414141
Okkum vitandi kom einki boð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald