Ítróttur

Frúgvin og Tjaldrið í haðrari kapping

...

2015-06-20 15:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 3. FM-róðurin í ár verður í dag á Fjarðastevnu, sum verður hildin á Strondum.

Barnaróðurin byrjar kl. 13 og hinir FM-róðrarnir byrja kl. 15.

Í kappingini hjá 5-mannaførum hjá dreingjum er líkt til, at kappingin kemur at standa millum Frúnna úr Miðvági og Tjaldrið av Glyvrum. Á Norðoyarstevnu vann Tjaldrið, men á Sundalagsstevnuni í Kollafirði  seinasta leygardag, svaraði Frúgvin aftur, bátarnir hava tí vunnið hvør sín róður, og báðir hava eisini verið nr. 2 tann hvør sín róður - spennandi verður tí á Strondum í dag.

Fleiri spennandi róðrar verða - Hjá 10-mannaførum er støðan sum í dreingjaróðrinum, har hava Klaksvíksingur og Drekin Reyði vunnið hvør sín róður og eisini hava teir bátarnir verið nr. 2 hvør sín róður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder