2016-06-16 21:41
Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at geva Tórshavnar Froskmannafelag og Kajakfelagnum innivist í kommunalu neystunum undir Bakka
Tað er gleðiligt, at vit í býráðnum í kvøld hava samtykt at geva Tórshavnar Froskmannafelag og Kajakfelagnum tak yvir høvdið í kommunalu neystunum undir Bakka út ímóti Tinganesi.
Hesi feløg eru ??? eins og hini frítíðar- og ítróttarfeløgini í Havn ??? virðismikil fyri høvuðsstaðin, og tí vildi Fólkaflokkurin í býráðnum beinanvegin hjálpa Froskmannafelagnum og Kajakfelagnum, tá vit hoyrdu, at feløgini einki veruligt tilhaldsstað høvdu.
Nú er málið so borið igjøgnum býráðið, sum hevur samtykt at gera leigusáttmála við feløgini. Avtalað er, at feløgini sjálv skipa virksemið á økinum. Herundir skulu tey í felag gera reglur fyri økið og ognirnar innan fyri karmar, sum kommunan ásetir.
Froskmannafelagið og Kajakfelagið eru ikki húsvill longur, og tí hava tey nú betri umstøður at røkja síni áhugamál. Tey kunnu soleiðis vera við til at fáa meira lívgandi frítíðarvirksemi oman á bryggjukantin, sum skapar góðan trivnað í einum livandi høvuðsstaði.
Eg ynski feløgunum báðum góðan virkishug í nýggju hølunum.
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald