Mentan

Frøði varpar ljós á aldagomul skjøl

...

2015-05-22 22:49 Author image
placeholder

Nú Fróðskaparsetur Føroya mikudagin varð 50 ár, hevur Frøði í eimum temablað valt at umrøða fleiri aldagomul vísindalig skjøl, sum higartil ikki hava verið algongd fyri almenningin. Fróðskaparfelagið hevur um somu leið lagt aldagomlu skjølini á serstaka heimasíða, ið Føroya Landsbókasavn hevur stovnað sum eina marking av føðingardegi Fróðskaparsetursins.

Vísindaligar greinar um føroysk viðurskifti eru kendar frá tíðliga í 1600-talinum, tá ið upplýsingartíðin enn var í síni komu. Hesin áhugi og kunnleiki fyri føroyskum náttúruviðurskiftum, vakstrarviðurskiftum, fuglalívi, lívfrøði, heilsufrøði, málfrøði, staðfrøði og veðurfrøði eru umrøðuevni í teimum vísindaligu greinum, sum verða umrøddar í hesi útgávu.

Hans Andrias Sølvará skrivar um stovnseting Fróðskaparsetursins, danski lívfrøðingurin Ole Secher Tendal umrøðir fyrstu stóru kanningina, sum varð gjørd av ryggleysum sjódjórum undir Føroyum í 1899. Danski læknin Emil Madsen, sum bæði var løgtingslimur, býráðslimur og embætislækni í Føroyum seinast í 1800-árunum, skrivaði grein, m.a. um veðurviðurskifti og hvørja ávirkan veðrið hevði á fólkaheilsuna. Hesa grein kunnar Hanus Kjølbro um úr einum veðurfrøðiligum sjónarhorni.

Alexandur Weihe skrivaði í 1846 nøkur dømi um føroyskar samrøður við donskum síðuteksti. Hesa grein kunnar Zakaris Svabo Hansen um úr einum málsøguligum sjónarhorni. Leivur Janus Hansen viðger ymsar greinar um forna fuglafrøði, har tær fyrstu stava frá tíðliga í 1600-árunum. Leivur Janus vísir eitt nú á, at vitanin í Føroyum um fuglar var væl framman fyri vitanina í nøkrum øðrum evropiskum landi um hetta mundið.

??r einum mentalitetssjónarhorni lýsir Vár í ??lavsstovu bókling eftir Hanus Jákupsson Debes, sum viðger korn- og akurdyrking í Føroyum, eitt upplýsingarrit, sum er í góðum samsvari við sína tíð og sum hevði til endamáls at menna føroyska búskapin.

P.L. Panum og A.H. Manicus vórðu í 1846 sendir til Føroya í sambandi við herviliga meslingafarsótt, sum gekk í Føroyum. Greinin hjá Panum ???Iagttagelser, anstillede under Mæslinge-Epidemien paa Færøerne i Aaret 1846??? varð prentað í ritinum Bibliothek for Læger í januar-apríl 1847. Greinin er merkisverd á tveimum økjum: Í fyrsta lagi gjørdist Panum heimskendur fyri sínar læknaligu eygleiðingar í Føroyum og í øðrum lagi gjørdist greinin slóðbrótandi fyri vitanina um bæði meslingafarsóttir og aðrar umfarssjúkur. Pál Weihe viðger greinina úr einum læknafrøðiligum sjónarhorni og Helgi Jacobsen viðger greinina úr einum søguligum sjónarhorni. Greinin elvdi til mikið stríð millum føroyskar studentar í Danmark, tí teir mettu, at Panum var alt ov atfinningarsamur um lívshátt føroyinga, føroyska matmentan og reinføri.

Henda útgáva av Frøði rúmar sostatt einum fjølbroyttum úrvali av vísindaligum greinum, men kortini bara einum parti av tí, sum við talgildingini er vorðið atgeingiligt og sum lættir munandi um atgongdina til vísindaligt tilfar.

Leinki til skjølini er www.handrit.fo/setur50/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder