
Aftur hesa ferð rúmar Frøði nógvum fjølbroyttum og forvitnisligum lesitilfari og er eisini størri í vavi enn vanligt.
Símun Arge og Natascha Mehler lýsa í eini fornfrøðiligari grein biskupssetrið í Kirkjubø og siðaskiftið og serstakar fornfrøðiligar lutir, ið knýta seg at Kirkjubø og kirkjuliga virkseminum, sum hevði heimstað har í miðøld. Í ár hevur verið lutherár og tí er ógvuliga hóskandi at draga fram, hvussu støðan var í Kirkjubø um trúbótarmundið.
Ein av avbjóðingunum í okkara tíð eru mótstøðuførar bakteriur. Amanda Vang hevur frásøgn frá 34. ársfundinum hjá Norðurlendska felagsskapinum fyri kliniska smáverulívfrøði og smittusjúkur. Vit mugu øll samstarva til tess at basa virus- og bakteriuelvdum sjúkum, sama hvaðan tær stava og hvar vit eru, tí øll lond eiga sín part av ábyrgdini fyri hesum.
Anfinnur Johansen viðger uppkallingarsiðir gjøgnum tíðirnar. Siðurin er enn livandi í Føroyum um enn í øðrum skapi. Í greinini nevnir Anfinnur nógv áhugaverd dømi um uppkalling, eitt nú at fólk eru uppkallað eftir álmanakkanøvnum og bátsmanningum á burturgingnum bátum.
Elisabet Thomsen skrivar um kortlegging av arvamassanum hjá silvurkykti, hesum serstaka kykti, sum er so kent millum fólk sum húsarhaldsplágan silvurfiskur. Tað, sum ger silvurkykt so serliga áhugavert, er, at tað hevur hórað undan so mongum hópoyðingum í djóramenningarsøguni og tí goymir serligar arvaligar eginleikar, ið ger tað serliga mótstøðuført.
200 ár eru liðin síðan náttúruvísindaligu føroyaferðin hjá H.C. Lyngbye. Ole Wich skrivar um ta ávirkan, sum H.C. Lyngbye hevði og hann leggur serligan dent á náttúruvísindaliga virksemi hansara og á tann týdning, sum hetta fekk í tíðini eftir vitjan hansara. Annars man H.C. Lyngbye vera mest kendur sum hann, ið gav fyrstu bókina út á føroyskum í 1822, men hann eigur eisini týðandi lut annars í føroyskari mentanarbygging.
Rolf Guttesen viðger og lýsir arbeiðið hjá eini nevnd, sum í 1789 varð sett at kanna Einahandilin í Føroyum og serliga, hví handilin tá í nøkur ár hevði givið hall. Nevndin skuldi eisini koma við tilmæli um, hvussu almenni einahandilin í gongdini ímóti fríhandli ikki varð avloystur av einum privatum einahandli í staðin. Eftir ætlanini hjá nevndini skuldi fríhandilin koma í 1796, men tað vísti seg, at mótstøðan í Føroyum var so mikið stór ímóti hesum, at kongur útsetti fríhandilin fyribils.
Í grein um gróður í sjónum og hita í luftini lýsir Sólvá Káradóttir Eliasen umstøðurnar hjá plantuæti at vaksa og hon viðger, hvussu plantuæti í miðal broytist gjøgnum árið á innaru og ytru leiðunum og hvussu tøðevni, ljós og lagbýti ávirka gróðurin.
Tað, sum áður var kent sum Tórshavnar kommunuskúli, verður nú studentabústaður undir heitinum Finsen, og gamla skúlahøllin verður aftur opin fyri almenninginum. Í tí sambandi tekur Malan Marnersdóttir í greinini Konserthøll og tjóðarbygging støði í teimum kendu myndunum eftir William Heinesen, sum frá byrjan hava prýtt skúlahøllina og sum hava sítt evni úr Sjúrðar kvæðunum. Malan knýtir tær saman við kvæðunum og tí týdningi, sum tey hava havt sum partur av tjóðarbyggingini eftir seinna heimsbardaga. Í greinini verða kvæðamyndirnar hvør í sínum lagi lýstar og settar í samband við tað, sum tær lýsa í kvæðunum.
Ein trúgvur høvundur í Frøði, Jens-Kjeld Jensen, varð í 2017 kosin besti granskingarmiðlari, og Frøði fagnar Jens-Kjeld í grein, sum Janus Hansen hevur skrivað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald