Í fyrsta blaðnum av Frøði í ár, sum varð givið út í mai í sambandi við 50-ára stovningardagin hjá Fróðskaparsetrinum, sóu vit, at vísindafólk tíðliga í tíðini hava verið áhugað í Føroyum og umstøðum her og gjørt tað til granskingarevni í sínum arbeiði. Sama áhuga síggja vit framvegis, altjóða ráðstevna um jarðfrøði, sum Jarðfeingi og Fróðskaparsetur Føroya skipaðu fyri í vár er greitt tekin um tað. Somuleiðis er vísindalig kanning av laksa- og seiðalús løgd fram á ráðstevnu í Portland Maine í USA og grein um hesa gransking almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Aquaculture Environmental Interactions.
Bogi Hansen hevur luttikið í og staðið fyri nógvari altjóða gransking um havstreymar kring Føroyar, og hann hevur grein í hesum blaðnum um Føroyastreymin, sum hesi seinastu 20 árini bæði er harðnaður og hitnaður, og sum hevur elvt til, at havøkið kring Føroyar er vorðið heitari og hevur givið góð livilíkindi fyri makrel.
Uni Árting og Jens-Kjeld Jensen hava skrivað grein um steinrenningar av trøum og plantum. Hetta er ikki nógv viðgjørt evni í føroyskari gransking, men nógv áhugavert kemur fram í ljós í hesi grein. Í tekstum og myndum verður greitt frá støðum í Føroyum, har steinrunnar plantur og trø síggjast.
Kim Simonsen viðger frímerki úr einum tjóðskaparligum sjónarhorni, har hann lýsir, hvussu myndevnið á frímerkjum lýsir ymsar fatanir av tjóðskaparsamleika. Frímerki verða sambært Kim Simonsen útgivin av statum og tjóðum sum ein ímynd av minnispolitikkinum í einum landi. Tey eru ein visualisering av tjóðarinnar støði, har tjóðarhetjur, stór avrik og kend støð verða avmyndað, til tess at minna borgararnar á, hvat ið teir skulu vera ernir av.
Dorete Bloch hevur verið sera virkin greinskrivari í Frøði, og seinastu árini hevur hon havt eina greinarøð um skaðadjór. Henda greinin er tann fimtanda í røðini um skaðadjór. Greinin er skrivað saman við Leivi Janusi Hansen, sum hevur gjørt greinina lidna til prentingar, nú Dorete er farin. Tey skriva um tvær klukkur, bananflugu, taraflugu og rótarblaðlús. Fleiri innfluttar vørur og broyttir matvanar elva til, at fleiri innslødd skaðadjór koma til landið.
Borgaravísindi verða umrødd í grein eftir Erlu Olsen. Lesandi á Námsvísindadeildini hava í sínum lestri kannað seyðabit og hava roynt seg í Frískúlanum í Havn sum undirvísarar í at gera børnini til virknar umhvørvisgranskarar. Hetta er ein grein, sum vísir á, hvussu borgarin kann fyrireikast til at geva sítt íkast til granskingina.
Luftdálking hevur almennan áhuga og síðani februar 2014 hava tvær mátistøðir staðið í Havn, ein í bygdum øki og hin uttan fyri bygt øki. Tær hava mátað luftina fyri ávís dálkandi evni. Rakul Mortensen og Maria Dam hava skrivað grein um úrslitini frá hesum mátingum. Dálking varð eisini umrødd á almennum fundi, sum varð hildin í juni mánaði í ár, har serliga vantandi vitan um árin av alingini á firðirnar var til umrøðu. Grein er í blaðnum um nøkur úrslit frá fundinum, sum Fróðskaparfelagið skipaði fyri saman við Umhvørvisstovuni. Samanumtikið leggur hetta Frøði fram fjølbroyttan lesnað til ljósa summarið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald