Mentan

Froðba kemur til Gøtu

...

2015-05-11 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

G! fær The Blues, tá Froðbiar Sóknar Bluesorkestur kemur við sínum svingandi og undirhaldandi froðbiarbluesi á festivalin í ár.

Repertoirið er blandað - teir tulka m.a. Muddy Waters, Stevie Ray Vaughan og B.B. King, umframt at spæla egin løg.

Navnið speglar teirra humoristiska lyndi, sum froðbingarnir eisini plaga at taka við sær á pallin. Bólkurin hevur júst útgivið fløguna "If The Ocean Was Wine", við løgum sum í stíli røkka frá siðbundnum Missisippi country blues til nýggjari urbanan blues.

Teir, sum manna bólkin á G! eru: Kristian Holbæk við sangi og munnhørpu, Dávið Jacobsen guitar, Páll Lave á gittar, Vilhelm Meyer á bass, Dennis Lave á trummum og Jóhan Petur Andreasen á ljómborðið.

Áður hava teir m.a. spælt á Vetrarjazzi, Bluesperluni, Country & Blues festivalinum og á Jóansøkufestivalinum, og nú endiliga á G!, har vit gleða okkum til teir fara at borðreiða við bæði feskum og rótbundnum bluestónleiki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder