2015-03-23 18:52
Hevur tú nýliga flutt bústað uttanlands ella ynskir at broyta kontonummar, so er seinasta freist at boða frá 30. mars 2015.
Verður ongin fráboðan send inn, so verður frítíðarlønin sett inn á somu kontu sum í fjør.
Um kontan, har frítíðarlønin vanliga verður flutt á, er uppgjørd, fært tú ein sokallaðan "slipp" sendandi. Hesin "slippur" skal latast einum av peningastovnunum, sum síðan rindar frítíðarlønina út. Um "slippurin" ikki er latin peningastovni 1. mai árið eftir, fellur peningurin í frítíðargrunnin.
Fráboðanarskjal til at gera broytingar fæst her
Til ber eisini at senda eina fráboðan við telduposti til [email protected]
Fiskimenn, sum ynskja at broyta kontunr., skulu eisini senda fráboðanina til TAKS
Legg til merkis, at hevur tú Mínboks, fært tú longu 21. apríl fráboðan um, hvussu nógv tú fært útgoldið í frítíðarløn. Tey, ið ikki nýta Mínboks, fáa sína fráboðan sendandi við vanligum posti umleið 24. apríl 2015
Eru ivamál kanst tú seta teg í samband við TAKS á tlf. 352600
TAKS
18. mars 2015
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald