Lýsing

Frítíðaravloysarar til kundatænastuna

....

2017-04-03 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir fólki til støðarbeiði hjá Atlantic Airways á flogvøllinum.

Starvið fevnir um ymiskt arbeiði á kundatænastuni hjá Atlantic Airways. Talan er um eitt tímalønt parttíðarstarv við skiftandi vaktum og arbeiðstíðum. 

Miðjað verður eftir at seta starvið skjótast tilber. Starvið er tíðaravmarkað til 31. august 2017.

Arbeitt verður allar vikudagar, og dagurin er í stóran mun lagaður eftir flúgvingini. 

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 7 og 21, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir. Tá arbeitt verður um vikuskiftið, fella frídagar vanligar gerandisdagar. Frítíðaravloysarar fáa ikki frí til egna feriu í avloysaratíðarskeiðinum Tú skalt dagliga at taka ímóti og veita tænastu til okkara kundar, og tí er umráðandi, at tú ert smílandi, fyrikomandi og vinarlig/ur av lyndi og kanst arbeiða sjálvstøðugt. 

Tú skal vera fylt/ur 18 ár og duga tosa og skilja enskt og skandinaviskt mál. Somuleiðis skalt tú duga við teldu- og pappírsarbeiði. 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at seta seg í samband við Sólbjørg L. Magnussen á tel 21 37 81 ella við telduposti til [email protected]

Umsókn 

Skrivlig umsókn saman við mynd, avritum av prógvum, cv, revsiváttan v.m. skal sendast við telduposti til [email protected] 

Umsóknarfreistin er tann 11. apríl 2017.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder