Vinna

Fríggjadagurin var seinasti starvsdagur hjá Måns Persson í Eysturkommunu

...

2016-11-28 17:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samband við síðsta starvsdag hjá Måns Persson, skipaði Eysturkommuna fyri samkomu á Bátasavninum í Leirvík.

Á hugnaligu samkomuni helt Jóhan Christiansen, borgarstjóri, takkarrøðu og handaði Måns ein málning. Harumframt hildu Sørin Djurhuus, brunaumsjónarmaður, og Andreas Andreas, tekniskur leiðari, eisini røðu.

Måns Persson bleiv settur sum kommunuskrivari i í Gøtu kommunu tann 1. Juli 1983, og kom yvir í samanløgdu Eysturkommunu í 2009.

Fríggjadagin var seinasti starvsdagur hjá Måns Persson í Eysturkommunu. Måns byrjaði sum kommunuskrivari í Gøtu kommunu í 1983 og hevur sostatt starvast fyri kommununa í meira enn 33 ár ??? fyrst í Gøtu kommunu og síðan í Eysturkommunu, tá kommunurnar løgdu saman í 2009.

Vit takka Måns fyri hansara trúgvu tænastu seinastu 33 árini, tað skrivar Eysturkommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder