Ítróttur

Fríði Weyhe: Vit fara eftir møguleikanum aftur í morgin

...

2017-01-07 21:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit hittu Fríða H. Weyhe eftir góða dystin ímóti Ísrael og settu honum nakrar spurningar.

Vit ynsktu fyrst Fríða tillukku við góða úrslitinum í kvøld. - Fríði takkaði sjálvandi fyri tað.

Teir leggja hart út í fyrra hálvleiki, men til kláraðu at fylgja við, hvat gjørdu tit?

Fríði: Ja, tað var ein heilt annaleiðis stílur enn hvat vit eru vanir við her í Føroyum, og vit eru fyrireikaðir uppá tað, men hóast tað, so fáa vit ein sjelk, tá ið vit koma í tað. Vit høvdu ringt við at fylgja við og skifta rætt, men vit fáa tamarhald á støðuni - haldi eg. Vit finna útav, hvar teir eru veikir, og lova teimum at gerða álopini har.

Hvør er munurin á fyrra og seinna hálvleiki?

Fríði: eg haldi at munurin er bara tað, at vit komu ikki orduliga í gongd í fyrra hálvleiki. Vit eru allatíðina afturút - og fáa vit eitt mál, so verða vit beinanvegin revsaðir - teir eru so ógvuliga skjótir og teirra spælistílur forvirrar okkum nógv teir fyrstu minuttirnar - vit komu ikki orduliga í gongd.

Hvussu er møguleikin í morgin?

Fríði: Jú - eg trúgvi uppá tað - Finnland vann eisini við 6 málum ímóti Ísrael, teir spældu eisini upp ímóti Sveis - finnar hava eitt gott lið - tað hava vit eisini - og vit hava gott sjálvsálit - Vit fara eftir møguleikanum í morgin, segði Fríði í stuttari samrøðu beint eftir dystin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder