Ítróttur

Fríði skrivað sáttmála við 07 Vestur

...

2015-10-15 02:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur:  Enn ein av spennandi ungu leikarunum hjá 07 Vestur, hevur undirskrivað sáttmála við felagið. Fríði S. Joensen hevur spælt mest við 3. deild og unglingum, men hevur snúsað eitt sindur til 1. liðið í ár.

18-ára gamli miðvingurin seinasta árið verið ein av stuðulsleikarunum í 3. deild og á unglingaliðinum, men fær uttan ivað meira og meira spælitíð sum tíðin líður. Í ár bleiv tað til tríggjar dystir á besta liðinum, tveir í 1.deild og ein í steypakappingini.

Vit ynskja Fríða og 07 Vestur hjartaliga tillukku við avtaluni!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder