2017-11-08 22:23

07Vestur.fo skrivar: Fríði Sandberg Joensen hevur verið ein av týðningarmiklastu leikarunum á 2. liði í ár, og 20-ára gamli miðvingurin hevur nú eisini undirskrivað sáttmála fyri 2018.
Fríði spældi 17 av 18 dystum á liði okkara, sum, móti endanum av kappinarárinum, spældi seg uppá 5. pláss í 2. deild. Fríði spælur vanliga á verjukendum plássum, men honum eyðnaðist eisini at skjót 3 mál.
Seinastu árini hevur Fríði tikið fetini úr unglingum yvir í vaksnamannafótbólt, og, sum sagt, var hann ein av stuðulsleikarunum á 2. liði í fjør. Komandi árið verður spennandi at fylgja við, um hann klárar at sannføra nýggja venjaran um, at hann eigur pláss í EFFO-deildini.
Hjartaliga tillukku og góða eyðnu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald