Ítróttur

Fríði skal spæla í Danmark komandi kappingarár

...

2017-08-19 21:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríði Weyhe úr KÍF skiftir felag, komandi kappingarár skal hann spæla í Danmark. Tað hendir eftir at FFI hondbóltur sá evnini hjá Fríða undir HM-kappingini í summar. 

Fríði var og royndarvandi í vikuni við FFI Hondbólti, sum spælir í næstbestu donsku deildini í Danmark. Fríði fekk bjóða at spæla fyri felagið, og hevur hann nú tikið avgerð um, at taka av møguleikanum, og skal komandi kappingarár spæla hondbólt í Danmark.

JN.fo hevur spurt Fríða hvussu hann sær uppá henda møguleikan:

- Hetta er fyrst og fremst ein stór avbjóðing, men eg eri ógvuliga spentur til hetta, og eg føli meg kláran til at leggja nógva orku í hetta, og berjast fyri at tað fer at eydnast væl. Felagið hevur eitt mál at yvirliva í 1. División í Danmark, og tað vil eg gera alt fyri at tað fer at eydnast. Eg havi verið og royndarvant í Frederikshavn, og eg haldi at felagið riggar væl til mín. 

- Teir hava ein ungan hóp, við nógvum evnaríkum leikarum og teirra spælistílur passar mær ógvuligs væl. Eg eri ikki í iva um at eg fari at læra nógv og menna meg bæði sum leikara og persón. Tá man fær ein slíkan møguleika haldi eg tað er býtt at siga nei til tað, tí ein veit ongantíð nær ella um man fær tað aftur.

- Eg og daman flyta niður til Aalborg í næstum, har hon fer at lesa til fysioterapeut, meðan eg fari at leggja mína orku í hondbóltin fyrst og fremst.

Jan Ottosen hevur verið partur av at fingið hetta í lag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder