Eftir sigurin móti Finnlandi í kvøld, hittu vit ein ovurfegna Fríða H. Weyhe, vit settu honum nakrar spurningar.
Hvat sigur tú nú Fríði?
- Ja, eg veit ikki hvat eg skal siga. Tað var ringt at trúgva uppá hetta.
Í gjár segði tú, at tit fóru eftir møguleikanum, tað fóru tit eisini, men hvussu upplivdi tu dystin?
- Jú, hann var harður, tað føldist so væl, at vit høvdu leikt tveir so harðar dystir áðrenn, og so nú at berjast við tungu finnarnar, teir eru allir stórir, sterkir og tungir at halda - men eg veit ikki - vit fáa styrki frá áskoðarunum, vit merktu hvussu nógv stóð á - og hvussu nógvan stuðul vit fingu - tað ráddi bara um, at vit skuldu klára at halda teimum aftanfyri.
Tað einu løtuna fingu tit einki mál í 7 minuttir - hvat feilti tá?
- Eg veit ikki, tað er ringt at forklára. Vit gera nógv býtt í álopinum, og teir koyra skjótt frameftir alla tíðina. Tað verður forvirringur hjá okkum, so hála teir inn á okkum, vit fáa ikki skipað okkum rætt, tí verður tað rótut, men vit fingu tíbetur vent gongdini.
Hvat kunnu vit rokna við í HM komandi summar?
- Tað veit eg ikki orduliga, eg veit ikki hvørjum vit møta, men tað verða góð lið, vit eru nú ímillum 24 tey bestu liðini, so tað verður hart, eg rokni ikki við eins góðum úrsliti sum her, men vónandi yvirraska vit aftur í summar, segði Fríði H. Weyhe við JN.fo beint eftir dystin í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald