Ítróttur

Fríða: Vit stóðu saman um at vinna

...

2015-02-08 22:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Neistin og Kyndil leiktu í gjár finaluna í Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum. Neistin vann 24-19, og eru tí steypavinnarar hjá kvinnum. JN.fo hitti málverjan hjá Neistanum, Fríðu Petersen eftir dystin.

Vit spurdu Fríðu, hvussu tað er at spæla undur so góðum karmum, sum til steypakappingina í gjár.

- Tað er fantastiskt, at sleppa at uppliva henda stemmingin, tað er nakað heilt serligt.

Fríða var eisini vald til besta spælara hjá Neistanum, vit spurdu hana, um tað hevði nógv at siga hjá henni, at verða vald til dagsins spælara hjá Neistanum.

- Sjálvandi hevur tað nógv at siga, men tað er liðið sum vann í dag, tað er heilt sikkurt, vit stóðu saman at vinna á Kyndli.

Sí myndir frá dystinum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder