2015-04-24 19:38
Ein áhugaverdur spurningur í málinum um fólkaatkvøðuna 1946 er hvørjar
bygdir, ið vóru fremstu loysingarbygdirnar í teimum sjey valdømunum.Fíntaldu tølini fyri fólkaatkvøðuna eru at síggja í bókini: ???Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum???. Nú ber tí til at fáa henda spurning svaraðan.
Valdømi Atkvøðustað Loysingaratkvøður % av veljarum
Norðoya Trøllanes 77
Eysturoya Funningur 51
Norðstreymoya Kvívík 58
Vága Bøur 57
Suðurstreymoya Koltur 92
Sandoya Sandi 52
Suðuroya Hvalba 34
Føroyingar hava hesum bygdum almikið fyri at takka. Av tí at tær stóðu so manniliga. varð stjórnaruppskotið felt.
Viðhvørt verður ført fram, at tað er so langt síðani at fólkaatkvøðan var, at hon er fullkomuliga týdningarleys. Tann, sum hetta heldur, kann hóskiliga nýta eina løtu til at lesa stjórnaruppskotið ígjøgnum. Tá sæst, at hevði stjórnaruppskotið verið samtykt 14. september 1946, so hevði verið annar glymur dansur hjá okkum.
Vit høvdu ongan løgmann havt. Ríkisumboðsmaðurin hevði verið formaður í landsstýrinum.
Føroyskar fiskikvotur høvdu ikki verið til. Tað hevði ikki komið upp á tal, at okkara landsstýrismaður í fiskivinnumálum bukaði ES upp á pláss í makrelsamráðingum.
Vit høvdu ikki havt møguleikar fyri at luttikið í altjóða ítróttartiltøkum undir øðrum flaggi enn Dannebrók.
Alt hetta og nógv annað ódámligt fall av tí at hesar bygdir og nógvar aðrar tóku saman hendur fyri at mana niður hetta skrímsl av einum stjórnaruppskoti.
Tað, sum er heilt ótrúligt, er, at sumt av tí, sum fall við stjórnaruppskotinum, framvegis er galdandi.
Tað er hetta illgresið, sum nú ræður um at fáa lúkað burtur.
Zakarias Wang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald